Koks sleppur ikki at byggja við Fossdalsgjógv

Koks sleppur ikki at byggja við Fossdalsgjógv
Meirilutin í Yvirfriðingarnevndini heldur, at talan er um stórt inntriv í náttúruna, og marstovan kann tí staðsetast aðrastaðni
Yvirfriðingarnevndin hevur nú tikið avgerð í málinum um byggiloyvi til Koks.
 
25.08.2022 - 11:46

Gist&Vist sleppur ikki at byggja nýggj hølir til matstovuna Koks við Fossdalsgjógv norðan fyri Velbastað.

Yvirfriðingarnevndin noktar at lata fyritøkuni byggiloyvi.

Í úrskurðinum, har fýra av fimm limum í Yvirfriðingarnevndini, nokta loyvi, verður staðfest, at talan er um eitt stórt inntriv í náttúruna. Matstovan hevur einki tilknýti til økið, og kann tí staðsetast aðrastaðni, sigur meirilutin í nevndini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25082022_Gist&Vist_og_Fossdalsgjogv

 

Sí svarini, ið Yvirfriðingarnevndin hevur sent til partarnar í málinum:

Svar frá Yvirfriðingarnevndini til bóndan

Svar frá Yvirfriðingarnevndini til Gist & Vist

Svar frá Yvirfriðingarnevndini til Tórshavnar kommunu

 

Byggiætlanin hjá Gist&Vist við Fossdalsgjógv hevur verið nógv umrødd seinastu árini. Sí innslag, sum Dagur og Vika gjørdu um ætlanina:

 

20200207_NYGGJA_KOKS_SKAL_BYGGJAST_VID_SYDRADAL

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098