Firouz Gaini við bók um útjaðarasamfeløg

Firouz Gaini við bók um útjaðarasamfeløg
Fróðskapur hevur givið út bók hjá Firouz Gaini, sum kallast “Lessons of Islands – Place and identity in the Faroe Islands”. Bókin gevur eitt aktuelt íkast til kjak um framtíðarútlit fyri útjaðarasamfeløg
Fróðskapur hevur givið nýggja bók hjá Firouz Gaini út.
 
06.08.2013 - 11:19

Bókin Lessons of Islands umbo∂ar eina roynd at lýsa tær mentanarligu og samfelagsligu avbjó∂ingar og tvístø∂ur, sum ey∂kenna smá oyggjasamfeløg, úr einum antropologiskum sjónarhorni. Vi∂ útgangsstø∂i í føroyska nútí∂arsamfelagnum ver∂a ymiskir spurningar vi∂gjørdir og knýttir at vi∂komandi samfelagsvísindaligum ástø∂um. Til dømis ver∂ur hugt nærri at fráflyting og flytføri, familju og samleika, ungdómslívi og alheimsger∂.

Bókin gevur eitt íkast til kjaki∂ um framtí∂arútlitini hjá smáum útja∂arasamfeløgum, sum ofta tykjast mótsagnarkend. Í grundini, sta∂festir bókin, kunnu stór modernað samfeløg eisini læra naka∂ av teimum smáu í tí landafrø∂iliga ‘útja∂aranum’.
Firouz Gaini er ph.d. í antropologi og lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Han hevur farloyvi frá hesum starvinum í løtuni, er í einum 3 ára post. doc starvi á Universitetinum í Tróndheimi, NTNU.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928