Liz Truss er farin at skipa stjórn

Liz Truss er farin at skipa stjórn
Alt bendir á, at ráðharrar, sum stuðlaðu Rishi Sunak í kappingini um gerast forsætisráðharri, sleppa ikki at halda fram
Liz Truss er nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.09.2022 - 09:00

Liz Truss, forsætisráðharri í Bretlandi, er so smátt farin undir at skipa nýggja stjórn.

Hon hevur tilnevnt parlamentslimin, Thérèse Coffey, sum er vinkona hennara og sameind, nýggjan heilsumálaráðharra. Hon verður eisini varaforsætisráðharri í stjórnini.

Kwasi Kwarteng verður nýggjur fíggjarmálaráðharri, meðan útbúgvingarráðharrin, James Cleverly, verður uttanríkisráðharri.

Suella Braverman verður nýggjur innanríkisráðharri.

 

Reinsar út

Dominic Raab, sum hevur verið løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri, skrivar, at hann nú verður vanligur parlamentslimur. Tað sama skrivar Grant Shapps, sum hevur verið flutningsráðharri.

Sambært bretskum miðlum er Liz Truss í ferð við at reinsa stjórnina fyri ráðharrar, sum stuðlaðu Rishi Sunak, í kappingini um at gerast forsætisráðharri.

 

Ætlar sær til Ukraina

Liz Truss hevur tikið av eini innbjóðing frá ukrainska forsetanum, Zalanskyj, um at vitja í Ukraina.

Innbjóðingin kom í gjárkvøldið, eftir at Liz Truss, hevði tikið við sum forsætisráðharri.

Nær bretski forsætisráðharrin fer til Ukraina, er ikki greitt enn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290