Framvegis ikki loyvt at flyta seyð millum oyggjar

Framvegis ikki loyvt at flyta seyð millum oyggjar
Fyrsti tilburður av ridluskriða í Føroyum var staðfestur í 1984. Ridluskriði er staðfestur í Streymoy, Eysturoy og Fugloy.
Djór kunnu bera smittuna uttan at hava sjúkutekin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
 
09.09.2022 - 14:15

Nú heystfjøllini skjótt verða gingin, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at tað framvegis ikki er loyvt at flyta seyð millum oyggjarnar, uttan at hava fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til tað. 

Hetta verður gjørt fyri at forða fyri, at deyðiliga seyðasjúkan, ridluskriði, skal breiða seg kring landið.

Fyrsti tilburður av ridluskriða í Føroyum var staðfestur í 1984. Ridluskriði er staðfestur í Streymoy, Eysturoy og Fugloy.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið avgerð um, at flutningsloyvi ikki verður givið til at flyta livandi seyði av hesum trimum oyggjunum, heldur ikki hóast tað bara er seyður, sum skal flettast.

 

Ridluskriði er torførur at basa

Allur seyður, sum fær ridluskriða, doyr. Ridluskriði er sera torførur at basa, eitt nú tí at allir smittuvegir eru ikki heilt greiðir enn, umframt at seyður kann verða smittaður, uttan at hava smittuna.

Djór kunnu bera smittuna uttan at hava sjúkutekin. Sjúkan kann ikki staðfestast hjá livandi seyði, og sjúkueyðkenni síggjast vanliga 2-5 ár eftir, at seyðurin er smittaður. Tað ganga ein til seks mánaðir frá tí, at seyðurin fær sjúkutekin, til hann doyr.

Sjúkuteknini eru, at seyðurin broytir atburð. Seyðurin klórar sær og bítur seg í skinnið, gongulagið broytist og verður skinklut, til hann at enda ikki fær gingið, og liggur so, til hann doyr, ofta við herðindum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928