Samgongustevið er vánaligt

Samgongustevið er vánaligt
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal gerast, er stevið í samgonguni alt annað enn gott
Stevið í samgonguni er vánaligt í løtuni.
 
09.08.2013 - 09:30

Semja er als ikki um tey bæði stóru uppskotini, sum higartil eru komin úr landsstýrinum í hesari tingsetuni.

Higartil er ikki full semja um uppskotið hjá Kára P. Højgaard um Eysturoyartunnilin, og í gjár gjørdist greitt, at semja heldur ikki er um upskotið hjá Jacob Vestergaard um fiskidagarnar næsta ár.

Triðja uppskotið
Enn er tó ikki frætt um nakra ósemju um triðja uppskotið frá landsstýrinum, uppskotið hjá Jørgen Niclasen um eykajáttan, so ein millión kann flytast frá játtanini til at fyrireika Eysturoyartunnilin til Sandoyartunnilin.

Milliónin skal vera fyrsti partapeningurin í felagnum, sum skal stovnast nú í ár. Felagið skal eita P/f Sandoyartunnilin.

Fiskidagarnir
Vinnunevndin skuldi skriva álit um fiskidagarnar í gjár, men sum skilst vildi Fólkaflokkurin brádliga ikki spæla við og skerja fiskidagarnar nøkur fá prosent.

Álitið frá Vinnunevndini skuldi leggjast fram á tingfundinum klokkan trý í gjár. Tá løgtingsformaðurin hevði bíðað í ein tíma eftir Vinnunevndini, tímdi hann ikki at bíða longur, legði fundin niður og boðaði til fundar aftur í dag klokkan 11.00.

Vinnunevndin hevur fund klokkan níggju í morgun.

Ongin meiriluti fyri tunnilsuppskoti
Sambært tí, sum tingfólk hava sagt alment um Eysturoyartunnilin, er ikki meiriluti í samgonguni fyri uppskotinum hjá Kára P. Højgaard.

Hetta skuldi viðgerast á samgongufundi í gjár.

Mánadagin fer Rættarnevndin undir at viðgera tey fýra uppskotini, løgtingið hevur fingið um Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og allar hinar tunlarnar.
Rættarnevndin hevur biðið landsstýrismannin, Landsverk, Kommunusamskipanina, Kommunufelagið, Arbeiðsgevarafelagið, Felagið Peningarstovnar, Verkfrøðingafelagið, P/F Norðoyartunnilin og P/F Vágatunnilin og Ráðið fyri Ferðslutrygd kom á fund.

Rættarnevndin hevur eisini boðsent Palla Gregoriussen, arkitekti, sum hevur eitt uppskot,ið kostar nógv minni at byggja, enn ætlaði Eysturoyartunnilin, og byggifelagnum Articon um at koma á fundin mánadagin.
           

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659