Knústi glas í andlitið á øðrum manni

Knústi glas í andlitið á øðrum manni
Ósemja millum tveir menn í býnum endaði við skuldseting fyri grovan harðskap og varðhaldsfongsling
 
12.09.2022 - 06:37

Ein maður síðst í 30 árunum var varðhaldsfonglsaður í 14 dagar í grundlógaravhoyrig í Føroya rætti í gjár.

Maðurin er skuldsettur fyri grovan harðskap.

Hann skal hava knúst eitt glas í andlitið á einum øðrum manni, sum fekk stóran skaða. 

 

Báðir útlendingar

Hetta hendi um tíggju-tíðina leygarkvøldið á einum vertshúsi í Havn. 

Báðir menninir eru útlendingar og arbeiða í Føroyum.

Politiið hevur góð prógv, tí myndir eru av hendingini.

 

Skammlop elvdi til royk

Um átta-tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá royki úr elverkinum á Strond við Klaksvík.

Orsøkin var skammlop í einum elmotori, men størri skaði enn tað hendi ikki, sigur politiið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655