ALS-gjaldið lækkar og barsilsgjaldið hækkar

ALS-gjaldið lækkar og barsilsgjaldið hækkar
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sent málini til hoyringar
ALS-gjaldið lækkar niður í 0,8 prosent á nýggjárinum.
 
15.09.2022 - 15:56

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur í dag sent uppskot um broytingar í barsilslógini og í kunngerðini um ALS-gjald  til almenna hoyring.

Ætlanin er at hækka hámarkið fyri útgjald úr Barsilsskipanini 2.000 kr., úr 25.000 kr. upp í 27.000 kr. um mánaðin.

Hækkaða útgjaldið verður mett at kosta Barsilsskipanini 5,8 mió. kr., og tí er neyðugt at hækka barsilsgjaldið, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Hækkingin verður 0,03 prosentstig, og barsilsgjaldið fer úr 0,86 prosentum upp í 0,89 prosent.

 

ALS-gjaldið lækkar

Samstundis verður ALS-gjaldið lækkað 0,2 prosentstig, úr einum prosenti niður í 0,8 prosent. Henda broytingin er gjørd í samráð við ALS-stýrið.

Samlaða inngjaldið í ALS minkar við hesum 50 milliónir kr. um árið, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Broytingarnar fáa eftir ætlan gildi 1. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525