Heldur lakari úrslit enn væntað

Heldur lakari úrslit enn væntað
Inntøkurnar hjá Trygd vuksu samanborið við somu tíð í fjør, samstundis sum skaðarnir vóru sum vanligt
Órógv á fíggjarmarknaðunum hevði við sær, at serliga lánsbrøvini hjá Trygd góvu hall fyrra hálvár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2022 - 11:03

Úrslitið hjá tryggingarfelagnum Trygd var 4,4 milliónir kr. fyrra hálvár í ár, samanborið við 3,6 milliónir kr. fyrra hálvár í fjør, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Úrslitið var heldur minni enn væntað, sigur leiðslan.

Inntøkurnar vuksu samanborið við somu tíð í fjør, samstundis sum skaðarnir vóru sum vanligt.

Men órógv var á fíggjarmarknaðunum, sum ávirkaði íløgurnar, serliga lánsbrøvini hjá felagnum, sum góvu tap fyrra hálvár.

Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 6,5 miliónum kr. og eru nú 75,6 milliónir kr., upplýsir Trygd í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129