Rættarnevndin viðger nú gongd í haga

Rættarnevndin viðger nú gongd í haga
Innkallingar vera fríggjadagin
Rættarnevndin er farin at viðgera uppskotið til samtyktar um, at tað skal vera ókeypis hjá føroyingum at ganga í haga. (Savnsmynd)
 
28.09.2022 - 08:16

Rættarnevndin hjá løgtinginum fer nú at viðgera uppskotið til samtyktar um rættin hjá føroyingum at ganga í haga ókeypis.

Javnaðarflokkurin eigur uppskotið. Uppskotið er á skránni hjá nevndini í dag.

Men veruliga viðgerðin byrjar fríggjadagin, tá innkallingar eru.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, Hagafelagið, Bóndafelagið, Óðalsfelagið, Visit Faroe Islands, Tummas Rubeksen, bóndi, Ólavur Reinert, bóndi, og landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum eru biðin um at hitta rættarnevndina fyrrapartin fríggjadagin.

Í dag eru ófráboðaðir fyrispurningar á tingfundinum.

Og uppskotið til samtyktar hjá Framsókn um fíggjarpolitiskt regluverk er eisini á skránni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094