- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlond eru í eini serstøðu
Álit er “norðurlendska gullið”
Stóra álitið, sum fólk í Norðurlondum sum heild hava á miðlum og almennu skipanini, verður av granskarum kallað “norðurlendska gullið”. Hesum greiddi Mark Blach-Ørsten, granskari á Roskilde Universiteti, frá á miðlaráðstevnuni “Miðlar á vegamóti” í Norðurlandahúsinum í august.
Blach-Ørsten vísir á, at álit á almennum stovnum og álit á miðlum fylgjast. Og tá álitið á almennu skipanini er stórt, er álitið á miðlunum eisini stórt. Tað, sum í stóran mun skilir Norðurlond frá øðrum londum, er eisini júst hetta álitið.
Størst álit á public service-miðlunum
Størri álit tú hevur á einum tíðindamiðli, meira brúkar tú hann. Tað staðfestir Blach-Ørsten, og greiðir frá, at álit er eitt serligt samband millum brúkara og miðil. Verður miðlabrúkarin “svikin” av einum miðli, til dømis um miðilin endurgevur skeivar upplýsingar, so fellur álitið.
Her í Norðurlondum er støðan góð, tá hugsað verður um sambandið millum miðlar og miðlabrúkarar. Fólk í Norðurlondum eru ídnir miðlabrúkarar, og siðbundnu tíðindamiðlarnar verða nógv brúktir.
Sambært Blach-Ørsten hava fólk í Norðulondum størst álit á public service-miðlunum. Aftur her er tað sambandið millum miðlabrúkara og miðil, sum skapar álitið:
"Tilliden er ofte bundet til en relation - til en relation til mediet, som man bruger, og som man har tillid til. Og i de nordiske lande, der er det i høj grad en relation, som man har til sine public service-nyhedsmedier..." "...Hvis man kigger på tillid helt generelt, så er det ofte og i høj grad public service-stationerne, der ligger øverst på det, som bliver målt som "brand trust", sigur Mark Blach-Ørsten.
Miðlar og politiskur spenningur
Tá tað snýr seg um miðlanýtslu, kemur politiskur spenningur, sokallað polarisering, ofta til sjóndar í sambandi við miðlar, sum draga brúkarar við einum ávísum politiskum sjónarmiði at sær. Hetta sæst serliga í londum sum Spania, Póllandi, Ungarn og USA.
Øvugt eru tað fáir brúkarar í Norðurevropa, sum siga seg uppliva politiskt spjaðandi miðlar.
Álitið á tíðindamiðlum í USA er 26%. Tað er serstakliga lágt. Serliga, um vit samanbera hetta við álitið á miðlunum um okkara leiðir, har álitið í bæði Danmark, Norra, Finnlandi og Svøríki liggur oman fyri 50%. Lága álitið, sum amerikanska fólkið hevur á amerikonsku miðlunum, er sambært Blach-Ørsten tongt at polariseringini, sum støðugt vindur upp á seg í USA.
Reuters Institute for the Study of Journalism stendur fyri at útvega álitistølini á hvørjum ári, og álitiskanningin er gjørd eftir sama leisti síðan 2012. Kanningin verður givin út í Reuters Institute Digital News Report, sum Danmark, Norra, Finnland og Svøríki eru partur av.
Føroya Fróðskaparsetur ger líknandi kanning um álit fyri Føroyar.
Lurta eftir framløguni hjá Mark Blach-Ørsten niðanfyri. Meira tilfar frá miðlaráðstevnuni Miðlar á vegamóti er at finna her.
Sí eisini