B68 gjørt kubbið í niðurflytingarstríðnum

B68 gjørt kubbið í niðurflytingarstríðnum
Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur nú endaliga staðfest avgerðina hjá Aganevndini, at døma B36 at tapa dystin móti B68 3-0. Harvið varðveitir B68 stigini
 
30.09.2022 - 14:54

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur nú endaliga staðfest avgerðina hjá Aganevndin, at døma B36 at tapa dystin móti B68 3-0. 

Harvið varðveitir B68 tey trý stignin, sum felagið vann á FSF-skriviborðinum móti B36. 

Málið snýr seg um B36-leikara, sum spældi tríggjar dystir sama leikumfar. Hetta er ikki loyvt sambært galdandi reglum, og tí kærdi B68 málið.

 

B68 tapti annars dystin

B36 vann annars dystin ímóti B68, sum varð spældur í Gundadali 4. september, 3-1.

B36 kærdi dómin til Yvirkærunevndina, sum nú hevur Yvirkærunevndin hjá FSF staðfest avgerðina hjá Aganevndini. 

Avgerðin merkir, at stríðið um at umganga niðurflyting er harðnað upp aftur meira. 

NSÍ, AB og B68 hava nú øll 21 stig undan 24. umfari, sum verður spælt sunnudagin. 

 

LES ÚRSKURÐIN HJÁ YVIRKÆRUNEVNDINI HJÁ FSF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968