Páll Guðlaugsson skal venja TB

Páll Guðlaugsson skal venja TB
André Dalfoss, formaður í TB, sigur við Suðurrás, at í fyrsta umfari er sáttmálin galdandi fyri hetta kappingarárið
TB hevur fingið nýggjan venjara. Nýggi venjarin er fyrrverandi landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson.
 
15.08.2013 - 11:01

Páll Guðlaugsson tekur við sum venjari eftir Hans Fróða Hansen, sum varð sagdur úr starvi fyri trimum vikum síðani. Somu lagnu fekk Páll Guðlaugsson í KÍ fyrr í ár.

Fyrrverandi landsliðsvenjari
Páll Guðlaugsson er 54 ár og ættaður úr Íslandi. Hann hevur drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari. Umframt, at hann var landsliðsvenjari fyrstu árini, Føroyar royndu seg í altjóða fótbólti, hevur hann staðið á odda fyri ÍF, EB/Streymi, B36, GÍ, íslendska Keflavík og KÍ.

Vilja vera í bestu deildini
- Uppgávan er fyrst og fremst at tryggja TB framhaldandi umboðan í bestu deildini, sigur André Dalfoss, formaður í TB, við Suðurrás.

Páll  Guðlaugsson vandi fyri fyrstu ferð TB-liðið í gjárkvøldið, og fyrsti dysturin hjá TB undir hansara leiðslu verður nú sunnudagin, tá TB fær vitjan av ÍF við Stórá í Trongisvági.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375