Donsk verjuskip megna ikki at verja føroyskan sjógv

Donsk verjuskip megna ikki at verja føroyskan sjógv
Í næstum byrja verjusamráðingar, og Føroyar skulu hava ein virknan leiklut, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum
Tað verður bæði dýrt og tíðarkrevjandi at dagføra donsku verjuna, stendur í nýggjari frágreiðing.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.10.2022 - 12:55

Russland er ein hóttan móti trygdini í danska kongaríkinum, og sum er, megna donsku verjuskipini ikki at verja føroyskt og grønlendskt sjóøki. 

Tað er ein av niðurstøðunum í Zilmer-frágreiðingini, sum var løgd fram mánadagin. 

Trygdarfrágreiðingin skal vera grundarlag undir næstu donsku verjusemjuni.

 

 

Og frágreiðingin ger greitt, at tað verður bæði dýrt og tíðarkrevjandi at dagføra donsku verjuna. Ikki minst fyri at fáa eftirlitið í Norðuratlantshavi og Arktis upp á eitt nøktandi stig.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at Føroyar skulu hava ein virknan leiklut, tá verjusamráðingarnar verða aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06102022_-_Jens_og_trygd

 

Ein longri samrøða við landsstýrismannin var í Breddanum í morgun.

Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815