Friðurheiðursløn Nobels verður býtt í trý

Friðurheiðursløn Nobels verður býtt í trý
Hvítarussiski rithøvundurin, Ales Bjaljatskij, fær heiðurslønina saman við tveimum mannarættindafelagsskapum
Henda myndin var tikin av Ales Bjaljatskij í 2014. Hann var fongslaður aftur í 2020, og hann situr enn í fongsli..
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.10.2022 - 13:07

Friðarheiðursløn Nobels verður í ár latin hvítarussiska rIthøvundInum og atgerðafólkinum, Ales Bjaljatskij, og tveimum mannarættindafelagsskapum. Felagsskapirnir eru russiski Memorial og Center for Civil Liberties úr Ukraina.

Ales Bjaljatskij var fongslaður frá 2011 til 2014. Í 2020 varð hann aftur settur í fongsul, og har situr hann enn.

Norska nobelnevndin sigur í grundgevingum sínum, at móttakararnir í ár allir hava arbeitt hart við mannbøtandi tiltøkum og antihernaðarligum virksemi.

Tað var ikki óvæntað, at friðaheiðurslønin í ár fór til onkran í krígsherjaða økinum, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871