Leita aftur í dag

Leita aftur í dag
Líkindini eru ring á sjónum. Einki er funnið
Løgreglan hevur avbyrgt øking kring Trælanípuna, meðan leitað veður eftir kvinnuni, sum hvarv í gjár
 
08.10.2022 - 10:45

Í lýsingini var aftur farið at leita eftir kvinnuni, sum hvarv við Trælanípu fyrrapartin í gjár.

Enn er einki funnið.

Líkindini eru ring at leita á sjónum, harður streymur og ókyrt.

Trælanípa

Frítekst tagging: 

 

Hvarv í gjár

Tað var í gjáramorgunin um hálvgum sjey-tíðina, at eitt útlendsk par var farið til gongu út á Trælanípuna. 

Stutt fyri klokkan tíggju kom maðurin aftur til gjaldstøðina við Leitisvatn og boðaði frá, at kona hansara var horvin.

Talan er um eina kvinnu miðskeiðis í 30árunum úr Kina og ein mann úr Niðurlondum, sum búgva í Týsklandi.

Politiið hevur avhoyrt mannin.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846