Ango kemur fyri Ango í dag

Ango kemur fyri Ango í dag
Uppsjóvarskip til Vágs. Móttøka á bryggjuni seinnapartin.
Ango kemur og Ango fer.
 
08.10.2022 - 10:21

Klokkan eitt seinnapartin kemur nýggja uppsjóvarskipið Ango á Vág.

Ango kemur í staðin fyri gamla Ango, hjá smápartafelagnum av sama navni. 

Nýggi Ango æt frammanundan Hoffell, og varð í summar keyptur frá reiðarínum Asbjørn í Hirtshals til Føroya. Í sama viðfangi varð gamli Ango seldur aftur til reiðaríið Asbjørn.

Bygdur í 1999

Nýggi Ango er bygdur í 1999. Og sambært reiðarínum er talan um eitt væl betri skip enn gamli Ango, sum reiðaríið átti í eitt lítið ár. Tað skipið er gamla Nýborg, sum áður hevur verið heimahoyrandi í Vági.

Smápartafelagið Ango var eitt av tveimum feløgum, sum í fjørheyst fingu útlutað uppsjóvarkvotur til verkætlanir, sum snúgva seg um ítøkilig skipakeyp. Hitt felagið var smápartafelagið Gráastein í Havn. 

Feløgini fingu tá 3000 tons av makrelkvotu, góð 4000 tons av norðhavssild og 9500 tons av svartkjaftakvotu í part. 

Sambært Suðurrás verður móttøka fyri nýggja Ango við djúphavnina í Vági klokkan 13 seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854