Bindilið sprongt í luftina

Bindilið sprongt í luftina
Ein russisk kanningarnevnd er nú áveg til Kerch-brúnna, sum knýtir saman Russland og Krim-hálv-oynna. Hon var sprongd í morgun 
Krim er við Svartahavið, sunnan fyri Russland og Ukraina.
 
08.10.2022 - 14:50

Ein russisk kanningarnevnd er nú áveg til Kerch-brúnna, sum knýtir saman Russland og Krim-hálv-oynna. 

Tíðliga í morgun - nakað yvir klokkan seks, lokala tíð - brast ein bumba tí partinum av brúnni, sum er koyribreyt til bilar. Spreingingin hevði við sær, at eldur kom í sjey tangavognar, sum vóru á tok partinum av brúnni, áveg út á Krim.

Tað upplýsti Svetlana Petrenko, talskvinna fyri kanningarnevndina, í russiskum sjónvarpi fyrrapartin.

Spreingingin hevði eisini við sær, at tvær sektiónir av koyribreytini á brúnni smokkaðu saman.

Sambært russisku tíðindastovuni TASS hevur eingin latið lív í atsóknini á Kerch-brúnni í morgun. 

Atsóknin í morgun hevur við sær, at langar bíðirøðir eru við bensinstøðirnar á Krim-hálv-oynni. Hetta hóast russisku myndugleikarnir royna at sissa fólk við tíðindum um, at nóg mikið av brennievni er í økinum til 40 dagar. 

Bindilið

Brúgvin er bindilið millum Russland og Krim, og í løtuni ber ikki til at koyra um brúnna. Og tí hava russisku myndugleikarnir eisini sagt, at nóg mikið av mati og øðrum neyðsynjarvørum eru á hálvoynni, somuleiðis til 40 dagar. 

Brúgvin er 18 kilometrar lang, og varð tikin í nýtslu í 2018, fýra ár eftir at Russland hertók Krim'hálvoynna frá Ukraina.

Sambært fleiri hernaðar-serfrøðingum og -greinarum hevur Kerch-brúgvin í longri tíð verið eitt mál fyri ukrainsku hermegina. Ikki minst, tí brúgvin hevur stórt, symbolskt virði í stríðnum millum grannalondini.

Ukraina hevur ikki tikið ábyrgdina av atsóknini. Men á sosiala miðlinum Twitter hevur ukrainska verjumálaráðið  tó eini boð í morgun. Verjumálaráðið tvinnar saman hendingina, tá russiska herskipið "Moskva" sakk herfyri, og hendingina í morgun, tá Kerch-brúgvin varð sprongd.

-Tvey symbol uppá russiska hersetingarvaldið í Ukraina eru oyðiløgd. Hvat er næst á listanum, russar? 

...skrivar also ukrainska verjumálaráðið á Twitter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933