Skal royna seg millum tær bestu

Skal royna seg millum tær bestu
Jana Mittún gleðir seg at royna sítt hondbóltsflog í donskum topphondbólti. Næsta summar fer hon úr H71 til danska felagið, Viborg HK, sum spælir í bestu donsku deildini
10.10.2022 - 18:31

 - Eg gleði meg til at verða noydd til at spæla upp til mítt besta bara fyri at fylgja við.

Tað sigur Jana Mittún, sum næsta summar skiftir úr H71 til danska felagið, Viborg HK, sum spælir í Bambusa kvindeligaen, sum er besta danska hondbóltsdeildin.

Evnaríki bakspælarin hevur, hóast sín unga aldur, í fleiri ár verið lyklaspælari hjá H71, og á landsliðnum telist hon eisini millum tær bestu.

Viborg er rætta felagið

Fleiri feløg hava ligið framvið eftir H71-spælaranum, sum er kvik og gjøgnumbrotssterk. Jana Mittún heldur, at Viborg er rætta felagið at taka næsta stigið.

 - Tær eru við at byggja upp av nýggjum. Tær hava mist fleiri av sínum lyklaspælarum, og hava fingið nýggjar, ungar spælarar í staðin, og tað helt eg ljóðaði øgiliga spennandi, greiðir Jana Mittún frá.

 - Annars virkaði umhvørvið har gott. Viborg er ein hugnaligur býur, og sosiali parturin var eisini við, og tað raðfesti eg høgt, sigur bakspælarin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655