- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rentan hækkar helst enn meira
Rentan hækkar helst enn meira
Inflatiónstrýstið er luftfalsliga stórt, og búskapargongdin hevur verið betri enn væntað

Peningastovnarnir hava boðað frá rentuhækking, og líkt er til, at rentan fer at hækka meira seinni í ár.
16.10.2026 - 07:53
Útlit eru fyri, at renturnar fara at hækka enn meira.
Peningastovnarnir í Føroyum boðaðu herfyri frá rentuhækking.
Men Landsbankin sigur útlit vera fyri, at renturnar hækka enn meira.
Tað ger inflatiónstrýstið, sum framvegis er lutfalsliga stórt.
Samstundis hevur búskapargongdin verið betri enn væntað.
Danski tjóðbankin hækkaði sínar leiðandi rentur samsvarandi rentuhækkingunum hjá ECB, sum er evropeiski miðbankin.
Tí eru renturnar eisini hækkaðar í Føroyum, sigur Landsbankin.
Miðal útlánsrentan var 4,39 prosent í august.
Miðal innlánsrentan var 0,65 prosent.
Renturnar hækka nú síðst í oktober ella í november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























