- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur illa at manna sjúkraflutningstænastuna í Vágum

Tað er trupult at manna støðina í Vágum við tveimum fólkum allar dagar í árinum, tí Sjúkrahúsverkið hevur tørv á útbúnum ambulansustarvsfólki.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Hann spurdi, um landsstýriskvinnan kann tryggja, at støðin í Vágum verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.
Í august spurdi Jóhannis Joensen eisini um sjúkraflutningstænastuna í Vágum. Tá segði landsstýriskvinnan, at sjúkrabilurin í Miðvági var ómannaður í 30 samdøgur í fjør.
Tvey fólk eiga at manna bilin. Í 16 samdøgur var bara eitt fólk til bilin.
Tekur støðuna í størsta álvara
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sigur, at hon tekur støðuna í størsta álvara og vil arbeiða fyri, at støðin skjótast gjørligt verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.
Í januar næsta ár verða tvey starvsfólk væntandi liðug við meritútbúgvingina sum ambulansuviðgerar.
Somuleiðis eru fýra starvsfólk undir útbúgving til assistent, og tey kunnu væntandi byrja at arbeiða sum assistentar síðst í árinum, sigur hon.
Landsstýriskvinnan vísir á, at Sjúkrahúsverkið hevur fleiri ferðir lýst eftir ambulansuviðgerum og assistentum, bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum, men hevur bert fingið sett vikarar í styttri tíðarskeið.

























