Sleppa nú bara í tríggjar norskar havnir

Sleppa nú bara í tríggjar norskar havnir
Norski uttanríkisráðharrin sigur, at eftirlitið við russiskum skipum verður hert
Russiskir trolarar í Kirkenes.
Mynd: Aftenposten  
 
14.10.2022 - 08:28

Herdu krøvini til russisk skip í norskum havnum koma í gildi í dag. 

Skip, sum eru størri enn 500 bruttotons, kunnu nú bara leggja at í havnini í Tromsø, Kirkenes og í Bátsfjørðinum.

- Vit vilja ikki, at norskar havnir verða nýttar til at flyta vørur ólógliga til Russlands, og tí verða krøvini herd, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Heuitfeldt, í tíðindaskrivi.

Hon boðar samstundis frá, at eftirlitið við russisku skipunum verður hert.

Russiski sendiharrin í Noregi hevur funnist at avgerðini, og sígur, at tað fer at koma millum annað fiskivinnusamstarvinum aftur um brekku.

Herfyri vísti ein uppgerð, at russisku skipini, sum javnan landa í norskum havnum, higartil í ár hava landað yvir 90 prosent av veiðuni í júst teimum trimum havnunum, har tey nú kunnu leggja at.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Nýtt ljóð
201713
Hósdag 18. desember
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
201704
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604