Prísvøksturin í ES setir met

Prísvøksturin í ES setir met
Brúkaraprísirnir í teimum 27 ES-londunum eru hækkaðir 10,9 prosent síðani september í fjør
Prísvøksturin í ES seinasta árið er tann størsti síðani 1997.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.10.2022 - 09:54

Inflatiónin í ES setir nú met.

Verður hugt at brúkaraprísunum í teimum 27 ES-londunum í september, so eru teir hækkaðir 10,9 prosent síðani september í fjør.

Tað vísir prísyvirlitið, sum Danmarks Statistik hevur kunngjørt í dag, skrivar DR.

Talan er um størsta, árliga vøksturin, síðani brúkaraprísirnir í ES vóru skrásettir í 1997.

 

Streymur og matvørur

Tað er serliga streymurin, gassið og maturin, sum ávirka prísirnar í ES-londunum, sigur høvuðsbúskaparfrøðingurin hjá Dansk Industri, Allan Sørensen, við Ritzau.

Eisini her heima er brúkaraprístalið vaksið seinasta árið, men tó ikki so nógv sum í teimum 27 ES-londunum.

Hagstovan sigur, at brúkaraprístalið í Føroyum er vaksið 8,8 prosent hetta seinasta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV