Sethúsaprísirnir lækka, men teir eru framvegis hægri enn í fjør

Sethúsaprísirnir lækka, men teir eru framvegis hægri enn í fjør
Betri heim heldur, at stóru príshækkingarnar, sum hava verið seinastu árini, eru um at hæsa av á hesum sinni
Í Havn er miðalprísurin 4,1 millión kr. Somu tíð í fjør var hann 3,7 milliónir kr., vísir greiningin hjá Betri heimi. (Savnsmynd)
 
24.10.2022 - 16:18

Sethúsaprísirnir í tríðja ársfjórðingi í ár eru lægri enn í øðrum ársfjórðingi, men hægri enn í 2021.

Tað upplýsir Betri heim, sum hevur greinað sethúsamarknaðin.

Av tí at sølan hvønn ársfjórðing er avmarkað, kunnu prísirnir sveiggja nógv millum ársfjórðingarnar, men alt bendir á, at stóru príshækkingarnar, sum hava verið seinastu árini, eru um at hæsa av á hesum sinni, sigur Betri heim.

 

13 prosent meira enn í fjør

Í miðal kosta sethús í triðja ársfjórðingi í ár 2,6 millónir kr.

Hetta eru nærum 200.000 krónur minni enn í øðrum ársfjórðingi, men 13 prosent meira enn í triðja ársfjórðingi í fjør.

Í Havn er miðalprísurin 4,1 millión kr. Somu tíð í fjør var hann 3,7 milliónir kr.

 

2,9 mió. kr. í Klaksvík

Miðalprísurin á sethúsm í Klaksvík higartil í ár er 2,9 milliónir kr. afturímóti 2,2 milliónum í fjør. Miðalprísurin í triðja ársfjórðingi ár er 2,7 milliónir kr. 

Í Eysturoynni er miðalprísurin higartil í ár 2,1 millión. Í fjør var hann 1,9 milliónir, og miðalprísurin í Eysturoynni í triðja ársfjórðingi er 1,8 milliónir kr., vísir greiningin hjá Betri Heimi.

 

Kára á Dunga, stjóri í Betri heimi. 

 

Framvegis stórur eftirspurningur

Kára á Dunga, stjóri í Betri heimi, sigur, at eftirspurningurin eftir húsum er framvegis stórur, men fólk eru varnari nú. Hetta sæst bæði í søluni og sølutíðarskeiðnum, sum er longur enn fyrr.

Hon sigur, at tað verður áhugavert at fylgja gongdini, um príslækkingin í triðja ársfjórðingi er eitt vanligt sveiggj, ella um rentu- og príshækkingar eru farnar at síggjast aftur í sethúsprísunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866