Sendi lýsingar til fólk um vørur við alkoholi í

Sendi lýsingar til fólk um vørur við alkoholi í
Hetta er brot á rúsdrekkalógina, sigur advokatur. Stjórin í Føroya Bjór viðgongur mistakið
Í lýsingini bjóðar Føroya Bjór ikki bara fólki at keypa sodavatn til jóla, men eisini jólabryggj og jólasnaps, sum alkohol er í.
 
25.10.2022 - 18:00

Føroya Bjór hevur um dagarnar sent eina lýsing til nógv fólk, har fyritøkan bjóðar fólki at keypa ymiskt til jóla.

Í lýsingini bjóðar Føroya Bjór ikki bara fólki at keypa sodavatn til jóla, men eisini jólabryggj og jólasnaps, sum alkohol er í.

 

Kristina Samuelsen, advokatur.

 

- Tað er brot á rúsdrekkalógina, tá ið ein fyritøka sendir lýsingar til fólk um sølu av eini vøru við alkoholi í.

Tað sigur Kristina Samuelsen, advokatur, sum vit hava biðið hugt at lýsingini hjá Føroya Bjór:

 

25102022_Foroya_Bjor

 

Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.

 

Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór, viðgongur mistakið, og sigur, at hann visti ikki um lýsingaátakið við alkoholi, áðrenn útvarpið setti seg í samband við hann í dag.

Hann vil ikki gera samrøðu við okkum, men sigur, at talan er um eitt innanhýsis mistak, har eitt starvsfólk - sum hann sigur ikki visti av lýsingaforboðnum - hevur sent lýsingina út til fólk.

Einar Waag sigur, at lýsingin er farin út til "nógv fólk", uttan at hann tó vil koma nærri inn á, hvussu nógv hava fingið lýsingina sendandi frá Føroya Bjór seinastu dagarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688