Umfatandi herverk framt móti valplakatum í Havn

Tað er ikki ein vøkur sjón, ið møtir havnarfólki í morgun. 

Herverk er framt móti valplakatunum hjá Sambandsflokkinum, sum hingu á girðingini kring arbeiðsøkið á Vaglinum og við Essabarr í Havn.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Onkrar valplakatir eru skræddar niður, aðrar skræddar sundur, meðan uppaftur aðrar eru bæði skræddar niður og sundur, áðrenn tær eru koyrdar í skrell. Hendan plakatin av Kaj Leo Johannesen, valevni hjá Sambandsflokkinum, endaði sínar dagar í einum ruskílati aftan fyri Paname Café.

Ung fólk, sum vóru í miðbýnum, sóu ein mann í skíðmasku og á einari reyðari súkklu skræða plakatirnar hjá Sambandsflokkinum niður og koyra tær í ruskílatið aftan fyri Paname Café. 

Brotsmaðurin fór miðvíst eftir valplakatunum hjá Sambandsflokkinum. 

Hóast hendan valplakatin av Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir var niðurdottin, so var einki tekin um herverk.

Maðurin í skíðmaskuni, sum framdi herverk móti valplakatunum, var hóttandi í sínari atferð móti ungu fólkunum. Hann spurdi, um tey høvdu nakað myndatól uppi á sær, men til tað svaraðu tey nei. Síðani gekk hann fleiri ferðir aftur og fram við valplakatum, sum hann koyrdi í ruskílatið. 

Herverk var framt móti øllum valplakatunum hjá Sambandsflokkinum, ið hingu á girðingini kring arbeiðsøkið við tinghúsvøllin. 

Eisini valplakatirnar hjá Sambandsflokkinum, ið hingu fram við vegnum aftan fyri Essabarr, eru skræddar niður. 

Summar valplakatir vórðu bara skræddar niður, meðan aðrar vórðu eisini skræddar sundur. 

Í Danmark verður herverk móti valplakatum revsað eftir grein 291, stykki 2, í revsilógini. Um herverkið á valplakatirnar er av serliga grovum politiskum slag, so kann tað geva fongsul upp til seks ár. Vanliga fáa fólk, sum verða tikin fyri at gera herverk á valplakatir í Danmark, 1500 krónur í bót. 

Er kopiera