Útnorðurráðið átalar harðliga ES

Útnorðurráðið átalar harðliga ES
Útnorðurráðið átalar harðliga ætlaðu tiltøkini, sum ES ætlar at seta í verk móti Føroyum orsakað av føroyska sildafiskiskapinum, og hóttanirnar um tiltøk orsaka av føroyska og íslendska makrelfiskiskapinum
Útnorðurráðið átala nú harðliga ES fyri ætlaðu handilstiltøkini móti Føroyum
 
20.08.2013 - 10:50

Útnorðurráðið hevur ársfund í Grønlandi í hesum døgum. Ráðið sigur, at mátin, sum ES hevur valt, ikki kann góðtakast í altjóða samstarvi.

Ráðið mótmælir, at ES hevur valt at brúka sína stødd og styrki at hótta smáar friðarliga grannar sum partur í eini samráðingartilgongd.

Hetta hóast tað er ávíst - eitt nú av norskum havfrøðingum - at makrelstovnurin er vorðin so stórur, at hann er vorðin ein umhvørvistrupulleiki.

Veðurlagsbroytingar

Orsøkin til at makrelstovnurin er vorðin ein umhvørvistrupulleik eru veðurlagsbroytingarnar seinastu árini. Útnorðurráðið mælir strandalondunum at finna fram til eina samráðingarloysn og at gevast við at hótta hvønn annan.

Útnorðurráðið vísir á, at vit fyrr hava upplivað avleiðingarnar av ES-tiltøkum móti smáum samfeløgum í útnorði. Til dømis innflutningsbannið av kópaúrdráttum.

Bannið hevði stóra ávirkan á fleiri smærri veiðisamfeløg í Grønlandi - eisini hóast undantak varð gjørt fyri Inuitt-fólkini.

Áheitan á Noreg

Útnorðurráðið heitir á Noreg at stuðla Føroyum og Íslandi og taka frástøðu frá framgangsháttinum hjá ES. Útnorðurráðið harmast um, at norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, hevur sagt seg stuðla tiltøkunum móti Føroyum, og at Noreg umhugsar at seta somu tiltøk í verk.

Útnorðurráðið heitir á norsku stjórnina at taka hetta upp til nýggja støðutakan. Eisini heitir Útnorðurráðið á Norðurlandaráðið at taka upp málið og stuðla Føroyum og Íslandi.

Í Útnorðurráðnum sita fólkavald umboð fyri tingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244