Sjóvar kommuna lænir 14 milliónir

Sjóvar kommuna lænir 14 milliónir
Bygdaráðið hevur eisini samtykt at keypa lendi til ítróttahøll
Sjóvar kommuna hevur samtykt at læna 14 mió. kr. úr BankNordik.
 
01.11.2022 - 10:46

Sjóvar kommuna skal læna 14 milliónir krónur frá BankNordik.

Tað var samtykt á bygdaráðsfundi í gjár.

Afturgjaldstíðin er 10 ár. Rentan er skiftandi. Hon er 1,5 prosent.

Bygdaráðið samtykti eisini í gjár at keypa lendi til ítróttahøll.

 

Artur Johansen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

 

Byggja tá fíggjarligt rásarúm er

Kommunan vil tryggja sær lendi til høllina nú, so klárt er at byggja, tá kommunan hevur fíggjarligt rásarúm til tess.

Talan er um eina vanliga ítróttahøll.

Kommunan hevur ikki ráð til at byggja ítróttahøllina nú, sigur Artur Johansen, borgarstjóri. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655