Minningarhald kring landið

Minningarhald kring landið
Fýra mans eru sjólátnir ella deyðir í sínum yrki á sjónum seinasta árið
Í dag, allahalgannadag, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu, er Merkið í hálvari stong.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2022 - 10:53

Fleiri staðni kring landið verður minningarhald í dag, allahalgannadag.

Almenna minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum klokkan 14, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer at tala, og Sverri Steinhólm, prestur, hevur eina andakt. 

Síðani verður farið í Viðarlundina, har løgmaður leggur krans við minnisvarðan, og prestur hevur bøn og signing.

Tað er føroyska Sjómansmissiónin, sum skipar fyri.

Í kvøld klokkan 8 verður minningargudstænasta í Havnar kirkju, og hon verður send í útvarpinum.

Fýra mans eru sjólátnir ella deyðir í sínum yrki á sjónum seinasta árið, og teir verða mintir í dag. Teir eru hesir:

  • Tann 21. november doyði Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.
  • Tann 22. februar druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.
  • Tann 13. februar doyði pólendingurin, Maciej Krzysztof Broniszewski, umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.
  • Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var á veg umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.

       (Kelda: Fólkakirkjan.fo)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459