Fosturforeldur hava sagt upp

Fosturforeldur hava sagt upp
Fosturforeldrini hjá 12 ára gamlum dreingi við serligum tørvi hava nú sagt upp sum fosturforeldur
11.11.2022 - 18:19

Tey orka ikki at stríðast við Almannaverkið longur, sum ikki vil geva teimum hvørki vikuskiftis- ella summarferiuumlætting.

Tann nú 12 ára gamli drongurin byrjaði at koma til Øssur og Vivian í 2015. Síðani 2017 hevur hann búð fast hjá teimum, og í 2019 gjørdust tey fosturforeldur.

Drongurin hevur serligan tørv. Hann hevur autismu, ADHD, er seinmentur og hevur aðrar diagnosur. Drongurin hevur havt ymisk tilboð, men fleiri av teimum eru tikin frá honum aftur.

Í 2021 var ein longri frágreiðing gjørd, har serfrøðin mælti til, at drongurin fer til umlætting nøkur vikuskifti eins og feriur. Men Øssur og Vivian hava einki tilboð fingið, hóast tey hava søkt fleiri ferðir og hóast onnur foreldur í líknandi støðu hava fingið umlætting fyri teirra barn.

Munandi dýrari loysn

- Familjan, sum nú hevur sagt upp sum fosturfamilja, átti at fingið tilboð um umlætting. At drongurin nú fer á stovn er ein nógv dýrari loysn.

Tað sigur Anna Dam, løgfrøðingur á Barnaverndarstovu Føroya.

At kostar tí almenna umleið 300.000 krónur at hava eitt barn hjá eini fosturfamilju, meðan tað kostar tí almenna næstan tvær milliónir at hava tað á stovni.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711