Hav Fles kemur leygardagin

Hav Fles kemur leygardagin
Hav Fles er annað skipið í røðini av fýra nýggjum skipum, sum verða smíðað í Hollandi
Hav Fles er skrásett í FAS og kemur í flotan leygardagin.
 
02.11.2026 - 13:30

Leygardagin fær reiðaríið Navigare eitt nýtt skip aftrat. 

Í august  kom Hav Leiti í flotan, og nú kemur Hav Fles.

Hav Fles er annað skipið í røðini av fýra nýggjum skipum, sum eru bíløgd úr Hollandi. 

Hav Fles tekur 5.500 tons. Manningin telur átta, helvt um helvt føroyingar og útlendingar.

Øll fýra skipini, sum Navigare byggir í Hollandi, eru lík, og hvørt skipið kostar góðar 100 millónir krónur.

 


Álvur Højgaard. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Álvur Højgaard er stjóri og reiðari á Navigare:

 

02112026_Navigare

 

Dópurin verður í Søldarfirði leygardagin kl. 11, og síðani sleppa fólk umborð at síggja nýggja skipið.

Tá øll fýra skipini eru komin, rekur Navigare tilsamans 25 skip. Av hesum eigur Navigare 17.

Hini bæði skipini, sum eru í gerð, verða liðug næsta ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891