Smuglaði hassj til Føroya innvortis

Smuglaði hassj til Føroya innvortis
Føroya rættur dømdi leygardagin tveir danir 50 daga fongsulsrevsing
Um danirnir skulu sita dómin í Føroyum ella Danmark, skal Kriminalforsorgin taka støðu til.
 
14.11.2022 - 11:35

Tollararnir á flogvøllinum fingu hóskvøldið illgruna til tveir danir, sum bóru seg løgið at. Teir vórðu kannaðir, men tollararnir funnu einki, og boðaðu siðani løgregluni í Havn frá.

Løgreglan elti menninar og fann teir á einum hotelli, har teir høvdu fingið vitjan av tveimum føroyingum. Á hotellkamarinum fann løgreglan 400 gramm av hassji, sum annar danin hevði smuglað til landið innvortis.

Longu leygardagin vóru báðir danirnir dømdir 50 daga fongsilsrevsing í Føroya rætti, meðan teir báðir føroyingarnir nú eru skuldsettir í málinum.

Um danirnir skulu sita dómin í Føroyum ella Danmark, skal Kriminalforsorgin taka støðu til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392