Biden væntar ikki kalt kríggj

Biden væntar ikki kalt kríggj
Amerikanski og kinesiski forsetin hittust í dag í Indonesia í sambandi við G20-toppfundin
Kinesiski og amerikanski forsetin vóru væl hýrdir, tá teir hittust í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.11.2022 - 15:36

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og kinesiski starvsbróður hansara, Xi Jinping, høvdu í dag fund í tríggjar tímar í sambandi við G20-toppfundin, sum er á Bali í Indonesia í hesum døgum.

Joe Biden segði eftir fundin, at teir tosaðu ætlanir og raðfestingar.

- Vit fara at kappast, men tað eigur ikki at enda við kreppu, sigur amerikanski forsetin.

Tíðindafólk spurdu eisini Joe Biden um kreppuna millum Kina og Taivan, sum kinesiskir myndugleikar siga er ein partur av Kina.

 

Einki kalt kríggj

- Eg vænti avgjørt ikki, at tað verður eitt nýtt kalt kríggj. Eg vænti ikki, at Kina fer at leggja uppí í Taivan, segði Biden.

Amerikanski forsetin hevur sagt fleiri ferðir, at hann er til reiðar at verja Taivan við hermegi, fer Kina at leypa á.

Hetta er fyrstu ferð, síðani Biden var tikin í eið sum amerikanskur forseti í januar 2021, at hann hittir Xi Jinping.

Seinast, teir báðir hittust, vóru teir varaforsetar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360