Håkan Ericson: Í dag høvdu vit ongan kjans

Håkan Ericson: Í dag høvdu vit ongan kjans
Landsliðsvenjarin viðgekk eftir 5-0 tapið fyri Kekkia, at lið hansara hevði ongan kjans ímóti vælupplagda kekkiska liðnum í í Olomouc
Hans Erik Danielsen/FSF
17.11.2022 - 00:30

 - Í dag høvdu vit ongan kjans ímóti einum nógv betri liði.

So greiður var landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Håkan Ericson, eftir 5-0 tapið fyri Kekkia í Olomouc mikudagin.

Føroyingarnir sóu Mojmír Chytil skjóta bæði eitt, tvey og trý mál upp á tíggju minuttir tíðliga í dystinum, og seinni øktu Václav Černý og Patrizio Stronati.

Venjarin helt, at okkurt av málunum hjá heimaliðnum vóru bílig, men viðgekk samstundis, at Kekkia tað sama kundi havt skorað upp á onkran annan møguleika.

Hann nevndi skjóta og ágangandi spælið hjá heimaliðnum, sum skjótt gjørdi, at Heðin Hansen var tikin av miðvøllinum og aftur í miðverjuna.

Eisini tosaði hann um í stóran mun miseydnaðu royndirnar at fáa í lag spæl við bóltinum fyri steðgin.

 - Tú roynir, og so missir tú bóltin, og tað er trupult at handfara, segði Håkan Ericson.

 - Spurningurin verður so ofta, um tú skalt tora yvirhøvur at spæla ímóti slíkum liðum, ella um tú bara skalt sparka langar bóltar. Samstundis vunnu teir flestu nærdystirnar, so eg fann onga veruliga loysn upp á trupulleikan, segði landsliðsvenjarin, sum hóast tapið var nøgdur við reaktiónina og innsatsin eftir steðgin.

Sí samrøðuna við Håkan Ericson omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450