Kapellið á Landssjúkrahúsinum verið stongt í hálvttriðja ár

Kapellið á Landssjúkrahúsinum verið stongt í hálvttriðja ár
Heri Joensen, prestur í Havn, saknar kapellið, ið hevur verið karmur um nógvar inniligar løtur
01.12.2022 - 18:05

- "Tørvurin á einum kapelli til jarðarferðir er lítil". Soleiðis segði Jógvan Fríðriksson, bispur, við útvarpið 29. november.

Hetta segði hann í sambandi við, at einki kapell hevur verið á Landssjúkrahúsinum síðani koronufarsóttin fór at herja í Føroyum í 2020. Hann vil heldur hava eitt andaligt rúm til onnur høvi.

Tað eru tó ikki allir prestar, ið vilja vera siðbundna kapellið fyriuttan.

Heri Joensen, prestur í Havn, saknar eitt stað, ið einans er til tær løturnar, tá tey avvarðandi sleppa at siga sínum kæru farvæl. 

Sjúkrahúsverkið vil tosa við Fólkakirkjuna um málið

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum sigur við Kringvarpið, at tey ikki hava havt ætlanir um at steingja kapellið. Eisini hava tey sett seg í samband við bisp eftir at hava hoyrt málið umrøtt í útvarpinum um at gera eina ætlan fyri framtíðina av kapellinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV