- Trygdin við kajkantin er ikki nóg góð

- Trygdin við kajkantin er ikki nóg góð
Trygdin tá ið farið verður umborð og í land av skipi er ikki nóg góð. Tvey mannalív eru farin í ár. Um trygdarnet hevði verið, hevði tað møguliga bjargað mannalívum
02.12.2022 - 17:17

Tvey dømi eru í ár, at sjómaður, sum skuldi umborð á skip, er funnin deyður á sjónum tætt við skipið. Í juni lat ein føroyingur lív, og í síðstu viku var tað ein pólendingur.

Í báðum førum hendi tað við Vestarubryggju í Havn. 

Annfinnur í Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, hevur sjálvur upplivað at missa bróður sín við kajkantin, og í tí førinum helt hann ikki, at trygdin var í lagi.

Tað er Sjóvinnustýrið, ið umsitur og hevur eftirlit við, at trygdin á sjónum er í lagi.

Í Kunngerð um byggikrøv og útgerðakrøv o.a. til fiskiskip stendur millum annað um landgongdir:

"Landgangsforholdene skal sikres på en sådan måde, at adgang til og fra skibet kan ske sikkerhedsmæssigt forsvarligt."

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, vísir á, at tað er ein mentan, ið má broytast, tá ið talan er um trygd.

Sjóvinnustýrið ger eftirlit, men stovnurin sigur seg ikki hava orkuna at koma út á øll skip.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672