Sjóvar kommuna: Almenna byggisamtyktin samtykt

Sjóvar kommuna: Almenna byggisamtyktin samtykt
Tá freistin at mótmæla var farin, hevði kommunan fingið 10 mótmæli og viðmerkingar
Almenna byggisamtyktin í Sjóvar kommunu eru nú samtykt.
 
05.12.2022 - 18:02

Almenna byggisamtyktin í Sjóvar kommunu er nú samtykt.

Kommunan sendi í desember í fjør Umhvørvis- og vinnumálaráðnum uppskot um broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Sjóvar kommunu til góðkenningar.

Uppskotið, ið snúði seg um at dagføra alla byggisamtyktina fyri kommununa, lá frammi til viðmerkingar frá 2. til 23. juni 2021.

Tá ið freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevði kommunan fingið 10 mótmæli og viðmerkingar. 

Hesi vóru síðani viðgjørd í kommunustýrinum, har nøkur fingu viðhald, meðan onnur ikki fingu viðhald.

Býarskipanarnevdin hevur havt málið til viðgerðar, og nevndin hevur viðmælt ætlaðu broytingarnar.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur síðani viðgjørt málið, og ráðið tekur undir við viðmælinum frá býarskipanarnevndini, og hevur nú við heimild í  grein 4 í býarskipanarlógini góðkent broytingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376