SEV byggir battaríhøll á Sundi

SEV byggir battaríhøll á Sundi
Hetta er fyrsta stig á leiðini til at fáa meiri vindorku til høldar í meginøkinum, sigur Høgni Hansen, verkætlanarleiðari
Battaríhøllin á Sundi er reist, og gongst sum ætlað verður skipanin klár at taka í nýtslu í heyst.
Mynd: SEV  
 
06.12.2022 - 09:29

Fyrsta battaríhøllin er reist á Sundi.

Høllin skal hýsa neyðugari stabiliserandi tøkni, fyri betur at kunna gagnnýta vindorkuframleiðsluna í meginøkinum.

Skipanin í Suðuroy við battaríum og synkronkompensatori hevur roynst so mikið væl, at SEV longu er farið undir líknandi skipan í meginøkinum, skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Skipanin, ið nú verður sett upp á Sundi, er tvífalt so stór sum tann í Suðuroy, men hon er bert ein fjórðing av tí orku, sum tørvur væntandi er á, um meginøkið eins og Suðuroyggin skal kunna hava við vindorku burturav, tá vindviðurskiftini tala fyri tí.

 

700 fermetrar

- Hetta er fyrsta stig á leiðini til at fáa meiri vindorku til høldar í meginøkinum, og eitt týðandi stig á grønu kósini. Tá skipanin er fult útbygd, kunnu vit í meginøkinum viðhvørt steðga oljuverkunum og hava vindorku burturav, sigur Høgni Hansen, verkætlanarleiðari, við heimasíðuna hjá SEV.

Høllin er góðar 700 fermetrar til støddar, og verður innilokað í næstum. 

Battarískipan og synkronkompensator koma til landið fyrst í nýggja árinum, og kaðallegging og aðrar tøkniligar fyrireikingar taka umleið hálvt ár. 

Væntandi verður skipanin á Sundi klár at seta í rakstur í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952