Moderaterne til reiðar at vera stuðulsflokkur

Moderaterne til reiðar at vera stuðulsflokkur
Treytin er, at flokkurin fær ávirkan á politikkin, sum Sosialdemokratarnir og Vinstri fara at reka, sigur Lars Løkke Rasmussen
Lars Løkke Rasmussen er formaður í Moderaterne.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.12.2022 - 15:05

Lars Løkke Rasmussen og flokkur hansara Moderaterne bjóða seg nú fram sum "burðarhjálp", sum hann tekur til, í sambandi við ætlanirnar hjá Sosialdemokratunum og Vinstra at skipa sjórn.

- Mette Frederiksen og Jacob Ellemann-Jensen hava ikki nóg nógvar tinglimir til at skipa eina stjórn, og tí má onkur stuðla, um tey ætla at skipa eina minnilutastjórn, og tað kunnu vit gera, sigur Lars Løkke Rasmussen.

- Tað krevur tó, at vit kunnu góðtaka støðið í samgonguskjalinum, og at vit fáa ávirkan á politikkin, sum Sosialdemokratarnir og Vinstra fara at reka, sigur Lars Løkke Rasmussen við DR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328