20 mánaða fongsulsrevsing fyri neyðtøku

20 mánaða fongsulsrevsing fyri neyðtøku
Neyðtøkurnar vóru í 2018 og 2019, sambært ákæruni
Ákæra varð reist eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi, tá brotini vóru framd. 
 
07.12.2022 - 10:08

Føroya rættur dømdi í gjár ein 25 ára gamlan mann eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur, báðar vóru tá 18 ára gamlar.

Báðar neyðtøkurnar vóru, sambært ákæruritinum, í Havn.

Maðurin var ákærdur fyri at hava útvegað sær samlegu við genturnar við at nýta harðskap, sigur politiið.

Neyðtøkurnar vóru í 2018 og 2019, sambært ákæruni. Ákæra varð reist eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi, tá brotini vóru framd. 

 

Hevur kært dómin 

Revsingin er tí ásett eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi fyrr.

Hon er ikki sambært nýggju neyðtøkuásetingini um samtykki, sum kom í gildi 1.juni í ár, og sum herðir revsingina fyri neyðtøku.

25 ára gamli maðurin kærdi dómin. Hann noktaði seg sekan.

Rættarfundurin var afturlatin. Tí fáast ikki fleiri upplýsingar um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507