Stjólu rúsdrekka

Stjólu rúsdrekka
Um tvey-tíðina í nátt fekk politiið fráboðan um, at óbodnir gestir vóru í einum húsum á Argjum. Teir høvdu tikið rúsdrekka
 
10.12.2022 - 10:27

Tað var grannin, ið boðaði frá.

Politiið var skjótt á staðnum, og tað vísti seg, at talan var um blaðung fólk, sum vóru farin inn í húsini og har høvdu tikið nakað av rúsdrekka.

Politiið fekk fatur í tveimum av teimum ungu, men av tí at allir dreingirnir eru undir 18 ára aldur, setir politiið seg eisini í samband við foreldrini og sosialir myndugleikar.

 

Herverk á stuttleikabát

Og í gjár hevði onkur verið og gjørt seg inn á ein stuttleikabát, sum stóð uppi á landi í Suðuroynni, og ymiskt er oyðilagt umborð.

Politiið hevur tosað við vitni, og tey hava sæð nakrar ungar dreingir á staðnum.

Politiið kannar málið nærri, verður sagt av Politistøðini í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158