Treytaða fongsulsrevsing fyri at hótta dómara á facebook

Treytaða fongsulsrevsing fyri at hótta dómara á facebook
Føroya rættur dømdi í dag eina kvinnu í tjúgunum 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hótta eina dómara, sum starvast í Føroya rætti
 
20.05.2025 - 18:56

Kvinnan hevði á almennu facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm, sum dómarin hevði sagt.

Í viðmerkingini hótti hon dómaran eftir lívinum, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Í rættinum greiddi kvinnan frá, at viðmerkingin ikki skuldi skiljast sum ein hóttan, og at orsøkin til viðmerkingina var, at hon helt, at revsingin fyri kynslig brotsverk í Føroyum er ov lág.

Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina, tí talan var um eina greiða hóttan eftir lívinum hjá dómaranum.

Starvsfólk, sum útinna alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu, eru vard eftir grein 119 í revsilógini.

Rætturin dømdi kvinnuna 40 daga treytaða fongsulsrevsing við treyt um at gera 60 tímar samfelagstænastu. Umframt at verða dømd fyri at hótta dómaran, varð kvinnan eisini dømd fyri at hótta tann, sum hevði móttikið dómin, sum greinin snúði seg um.

Av tí, at tað var ein dómari hjá Føroya Rætti, sum varð hóttur, vóru allir dómararnir í Føroya Rætti ógegnigir.

Tí var ein setudómari úr Danmark dómari í málinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863