30 ára gamalt vegarbeiði tikið uppaftur

30 ára gamalt vegarbeiði tikið uppaftur
Peningur er settur av at gera Stangavegin í Klaksvík lidnan
Nú verður farið undir at gera Stangavegin í Klaksvík lidnan.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
13.12.2022 - 09:40

Eitt vegarbeiði, sum byrjaði í áttatiárunum, men steðgaði, tá kreppan kom í 1992, verður nú, 30 ár seinni, tikið upp aftur.

Talan er um Stangavegin í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðani samtykti Klaksvíkar býráð, at nú skal vegurin gerast liðugur.

Býráðið hevur síðani sett pening av til arbeiðið. 

 

Breiðka vegin

Í ár verða fýra milliónir brúktar til at breiðka vegin og gera gongubreyt.

Næsta ár eru tríggjar milliónir settar av til parkeringspláss norðan fyri Garðabrekkuna.

Kommunan hevur keypt eini sethús, sum skulu takast niður fyri at flyta Garðabrekkuna longur norður, so hon ikki gerst so brøtt. 

Hendan ætlanin varð samtykt í býráðnum longu fyrst í áttatiárunum.

Hon er síðani tikin fram aftur og samtykt av nýggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870