Fyrsta Airbus-flogfarið selt til USA

Fyrsta Airbus-flogfarið selt til USA
Flogfarið, sum kom í flotan hjá Atlantsflogi fyri 10 árum síðani, var eitt nýbrot, ikki minst tøkniliga
Fyrsta Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi, sum hevur verið í flotanum í 10 ár, er nú selt til USA.
 
13.12.2022 - 11:12

Atlantsflog hevur nú selt fyrsta Airbus-flogfarið, sum kom í flotan í 2012.

Tá flogfarið kom, var tað eitt nýbrot í føroyskari flogvinnu. Flogvøllurin var júst longdur, og Atlantsflog fekk hetta flogfarið serbygt til føroysk viðurskifti. Flogfarið hevði størri motorar enn vanligt, og var tað fyrsta um okkara leiðir við serligu RNP tøknini, ið gjørdi tað lættari at lenda í Vágum í vánaligum líkindum.

 

Nøgd við prísin

Flogfarið er nú selt til USA, og tað fer av landinum hósdagin. Atlantsflog vil ikki siga søluprísin, men Jóhanna á Bergi, stjóri, sigur, at tey eru nøgd við prísin samanborið við bókaða virðið á 10 ára gamla flogfarinum.

Í løtuni hevur Atlantsflog trý flogfør eftir. Tvey Airbus 320Neo, sum eru ávikavist frá 2019 og 2020, og eitt Airbus 320 frá 2015.

 

Airbus-flogfarið, sum nú er selt, hevur eisini verið leigað út til annað flogfelag. Tá hevði tað hesar litirnar.

 

Leiga flogfar aftrat

Ætlanin er at leiga eitt flogfar aftrat í flotan frá mars næsta ár. Talan verður um eitt 10 ára gamalt Airbus 320, sum verður leigað úr Fraklandi.

Ætlanin hjá Atlantsflog er annars, at allur flotin skal vera av slagnum Airbus 320 Neo, sum eru munandi meira orkusparandi enn hini flogførini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337