Video: Ein ektaður Halleluja

Video: Ein ektaður Halleluja
Sofus Hansen, bilasniðgevi, hevur sett ein av sínum heimasniðgivnu bilum til sølu
 
15.12.2022 - 10:07

- Eg havi ikki pláss fyri honum, sigur Sofus Hansen. 

Talan er um ein umbygdan Porsche 928 s4 frá 1991, sum Sofus keypti og umbygdi heima í garasjuni hjá sær sjálvum í 2002.

- Eg brúkti tríggjar mánaðir at umbyggja bilin, sigur Sofus.

Ein Porsche 928 s4 í upprunastandi er nógv umbiðin í dag og tí eisini nógv verdur, men av tí at Sofus hevur umbygt bilin, er hann ikki áhugaverdur hjá teimum, sum samla upp á Porsche-bilar. 

- Men hetta er ein ektaður Halleluja, sigur ein brosandi Sofus Hansen. 

 

HallelujaSofus_Porsche928_NET

 

Sofus eigur fleiri bilar, og hann er júst farin undir at umbyggja og sniðgeva tveir nýggjar bilar, tí vil hann selja hjartabarnið.

- Nú eri eg komin so væl til árs, at eg haldi ikki, at eg riggi til handa bilin longur, leggur Sofus Hansen flennandi afturat. 

 

1568352

Longri samrøða við Sofus Hansen í Góðan Morgun Føroyar.

 

Eg eri blivin ov gamal til slíkar bilar, sigur Sofus Hansen við einum smíli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201