Danski tjóðbankin hækkar eisini rentuna

Danski tjóðbankin hækkar eisini rentuna
Fyrr í dag hækkaði evropeiski miðbankin rentuna upp í tvey prosent
Rentan í danska tjóðbankanum er nú 1,75 prosent.
 
15.12.2022 - 16:24

Danski tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna eitt hálvt prosentstig, upp í 1,75 prosent, skrivar danska kringvarpið.

Danski tjóðbankin fylgir sostatt leistinum hjá evropeiska miðbankanum, ECB, sum fyrr í dag hækkaði leiðandi rentuna hálvt prosentstig, upp í tvey prosent.

Broytingin er gjørd fyri at fáa tamarhald við prísvøkstrinum. 

Vanligt er, at føroysku bankarnir fylgja gongdini hjá danska tjóðbankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867