Sløk milliard í lønum í november

Sløk milliard í lønum í november
Menn fáa nógv meira í løn enn kvinnur
984 milliónir kr. vóru goldnar í lønum í november.
 
16.12.2022 - 08:25

Sløk millard var goldin í lønum í november, neyva talið er 984 milliónir krónur, upplýsir Hagstovan.

Bara eina ferð eru lønirnar farnar upp um eina milliard krónur, tað var í desember í fjør.

Tá vóru ein milliard og 51.000 kr. skrásettar av vera goldnar í lønum.

Menn fáa nógv meira í løn enn kvinnur, menninir fingu 611 milliónir í november, kvinnurnar fingu 373 millónir.

Kortini eru ikki nógv fleiri menn løntakarar enn kvinnur.

28.000 løntakarar vóru í november, 13.623 kvinnur og 14.377 menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565