Ætla at verða liðug við samgonguskjalið í morgin

bannari
Ætla at verða liðug við samgonguskjalið í morgin
Flokkarnir, sum samráðast um landsstýri, eru samdir um øll vinnumálini
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, ætlar, at samgonguskjalið skal verða liðugt í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2022 - 12:58

Samráðingarnar um at skipa landsstýri vóru tiknar uppaftur í løgtinginum í morgun.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava viðgjørt arbeiðsmarknaðar- og vinnumál fyrrapartin, og semja er um øll vinnumál, eisini fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari.

Fýra mál eru framvegis eftir at loysa í samráðingunum, men Aksel V. Johannesen vil ikki siga, hvat hesi málini eru um. Hann ætlar, at flokkarnir skulu verða lidnir við samgonguskjalið í morgin. 

Samráðingar vera ikki sunnudagin, men mánadagin er ætlanin at fara undir at býta málsøkini.

Hoyr samrøðu sum Frants Jensen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

16122022_Aksel_til_net

 

Bjarni Árting Rubeksen var framvið við fototólinum, tá samráðingarnar vóru tiknar uppaftur í morgun:

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815