Kampus til Fróðskaparsetrið eitt stig nærri

Kampus til Fróðskaparsetrið eitt stig nærri
Landsverk biður um tilboð upp á undangóðkenning at gera uppskot um felagsbygning
Á hesum økinum á Frælsinum í Havn er ætlanin at byggja kampus til Fróðskaparsetrið.
 
22.12.2022 - 08:05

Kampus, skúlaøkið hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum í Havn, er nú komið eitt stig longri.

Landsverk biður um tilboð upp á undangóðkenning at vera við í tilgongdini at gera uppskot um felagsbygning til kampus. 

Undangóðkenningin gevur atgongd til at vera í arkitektakapping um felagsbygning til kampus á Frælsinum/Nóatúni í Havn.

 

Freistin er 16. januar

Freistin at søkja um undangóðkenning er 16.januar 2023.

24.januar verður kunngjørt, hvør sleppur við í undangóðkenningina.

Upp til fimm umsøkjarar kunnu væntast at vera undangóðkendir til arkitektakappingina.

Arkitektakappingin byrjar 13.februar og varar til 13.mai. 15.juni verður vinnarin kunngjørdur. 

 

Boðin út í Føroyum

Kappingin verður boðin út í Føroyum. Byggiharrin væntar at brúka tvær milliónir krónur til samsýningar.

Sambært heildarætlan, sum var gjørd í 2018, er felagsbygningurin eitt dukandi hjarta, sum savnar lesandi, starvsfólk og fólk annars.

Hetta skal vera ein bygningur á høgum byggilistarligum stigi, sum skal lagast til umhvørvið og vera við til at menna býin. 

Bygningurin skal vera við í einum skapandi umhvørvi, sum ríkar og gevur ávøkstur og menning í og uttan um bygningin, var sagt í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815