Eldrasamstarv fingið átalu

Eldrasamstarv fingið átalu
VEKS hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni og tilmæli um mannagongdir
VEKS umfatar millum annað Røktarheimið á Mørkini.
 
28.12.2022 - 08:46

VEKS hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.

VEKS er samstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu um eldraøkið.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu frá fólki, sum í mai 2018 søkti um búplass á røktarheimi. 

VEKS helt ikki, at umsøkjarin hevði bráðfeingis tørv á búplássi, men nakað seinni var umlætting játtað. 

Klagan var um, at VEKS ikki boðaði frá, at umsóknin frá mai 2018 var sýtt. 

Tað helt VEKS seg tó hava gjørt.

Ikki skjalprógvað

Men tað er ikki skjalprógvað, sigur Umboðsmaðurin.

Umboðsmaðurin heldur, at tað er góður fyrisitingarsiður at siga fólki frá skrivliga, at umsókn um búpláss er sýtt.

Umboðsmaðurin mælir VEKS til at gera mannagongdir um, hvørjar avgerðir skulu fráboðast skrivliga við grundgeving og kæruvegleiðing.

Umboðsmaðurin vísir eisini á, at ein innlitsumbøn frá klagaranum og avvarðandi hansara ikki var viðgjørd nøktandi. 

Umboðsmaðurin bað VEKS um at viðgera málið um innlit av nýggjum.

Og Løgtingsins umboðsmaðurin mælti harumframt VEKS til at tryggja sær, at greiðar leiðreglur eru um samskifti við fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109