Gott vetrarveður og fleiri bilar góvu betri tryggingarúrslit

Gott vetrarveður og fleiri bilar góvu betri tryggingarúrslit
Úrslitið hjá Trygd fyrra hálvár var slakar 11 milliónir eftir skatt
Fleiri nýggir bilar verða seldir og tá eisini tryggjaðir, sigur Trygd.
 
30.08.2013 - 08:03

Gott vetrarveður, færri skaðar, fleiri bilar og fleiri viðskiftafólk gjørdu, at fyrra hálvárið hjá Trygd var betri enn fyrra hálvárið í fjør.

Eftir skatt var úrslitið 10,8 mió. kr. í ár, 2,4 milliónir betri enn í fjør.

Sera væl nøgd

Leiðslan í Trygd, sum BankNordik eigur, sigur seg vera væl nøgda við úrslitið. Ein orsøk til góða úrslitið eru bilarnir.

Janus Thomsen, stjóri í Trygd sigur, at fleiri nýggir bilar verða seldir og tá eisini tryggjaðir.

- Tað síggja vit aftur í úrslitinum, sigur Janus Thomsen.

Vænta ikki so gott úrslit seinna hálvár

Trygd væntar ikki, at seinna hálvár verður eins gott og tað fyrra. Tað er vorðið bíligari at tryggja, og veðrið kann ikki væntast at verða eins gott í heyst sum farna vetur.

Tí væntar Trygd, at ársúrslitið fyri 2013 verður 10-12 mió. kr. Eginognin hjá Trygd var tann 30.juni í ár knappliga 100 mió. kr., 98,8 milliónir fyri at vera heilt neyv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781